Í gjár vann Jónas Isaksen EM-gull í 400 metrar teininum til EM fyri U20. Nú hevur Eiri Jógvansson Glerfoss runnið seg til eitt finalu pláss í 4x100 metrar teininum. Tað gjørdi hann saman við Valentin Jensen, Hector Wandt og Carl Bruce Aabo. Jónas var spardur hesaferð, so ein eykamaður rann fyri hann. Jónas verður uttan iva við í finaluni seinnapartin.
Teir runnu í øðrum innleiðandi umfari, og teir vóru næstir á mál við tíðini 40,07.
Sostatt hava teir fýra tryggjað sær eitt finalupláss. Hetta er fjóðbesta innleiðandi tíðin, men teir liggja stutt aftan fyri Niðurlond, sum høvdu triðbestu tíðina 39,98.
Sveiss hevur bestu tíðina 39,61, og Týskland næstbestu tíðina 39,83.
Hetta er eisini danskt U23 met.
Finalan verður seinni klokkan 17:05, og hon kann síggjast á hesi leinkju: https://allathletics.tv/live?id=6310877048112











