Tveir av kappingarneytunum hjá Brandi H. Olsen á miðvøllinum í FCK fara nú úr danska høvuðsstaðarfelagnum, og tískil kann tað nú gerast betri pláss hjá Brandi at fáa sítt gjøgnumbrot.
Talan er um teir báðar miðvallararnar, brasilska Claudemir og argentinska Franco Mussis. Claudemir hevur verið í FCK síðani 2010, men nú bara eitt hálvt ár er eftir av sáttmálanum, hevur FCK valt at selja hann til belgiska Club Brügge fyri uml. 2 mió. kr.
Franco Mussis kom til FCK í fjør, men tað gjørdist bara til 31 minuttir á vøllinum áðrenn hann varð útleigaður til italska Genoa. Hann fall ongantíð til í Keypmannahavn og fer nú heimaftur til San Lorenzo.
Hóast hvørki Claudemir ella Mussis hava verið fastir fúsir á miðvøllinum hjá FCK seinastu tíðina, so er tað greitt, at FCK nú hevur færri miðvallarar at taka av og at hetta kann vera til fyrimuns fyri Brand H. Olsen.