Nú hóttir Vladimir Putin aftur vesturheimin

- Øll lond, sum royna at blanda seg upp í stríðið í Ukraina - ella sum royna at avbyrgja Russland - fara at fáa eitt "svar", sigur forsetin.

Í einari nýggjari viðmerking frá Vladimir Putin, er forsetin náðileysur og ákærir nú vesturheimin fyri at hava trýst Ukraina inn í eitt stríð við Russland.

 

Hann sigur, at øll lond, sum royna at blanda seg upp í stríðið í Ukraina - ella sum royna at avbyrgja Russland - fara at fáa eitt "svar".

 

Russiski forsetin skal eisini hava sagt, at avgerðin um, hvussu Moskva fer at svara hesum londum, sum blanda seg, longu er tikin. 

 

Vladimir Putin hevur sambært Dagbladet sagt, at bæði rubilin, bankasektorurin, flutningssektorurin og russiski búskapurin hava staðið ímóti revsitiltøkunum. 

 

Síðan innrásina í Ukraina, hevur vesturheimurin sett revsitiltøk í verk móti russiskum einstaklingum, feløgum og bankum fyri at avbyrgja Russland og tess forseta. 

 

Eisini eru tiltøk sett í verk, sum ætlandi skulu raka innaru kjarnuna hjá Vladimir Putin, sonevndu múgvandi oligarkarnar, sum fleiri standa forsetanum nær.