Nú hevur Lukas Graham gjørt hetta bragd

Lukas Graham hittar stórt við sanginum 7 Years

Sangurin 7 Years er eitt av stóru hittunum í altjóða poppi í løtuni. Danski poppbólkurin, sum í fjør hevur tríggjar konsertir í Føroyum, hevur seinastu vikurnar verið ovast á fleiri hitlistum.

Eitt nú hevur sangurin í fýra vikur verið ovast á brestka hitlistanum, og sangurin er eisini ovast í Australia.

Nú kunnu teir í Lukas Graham av álvara reypa, tí teir hava nú megnað at klatra upp á ein amerikanskan tind og hava nú best umtókta sangin á iTunes í USA.