Nú hevur Høgni Hoydal spottað seg sjálvan

Tað er ikki gott at vita, hvørjar tankar, hann hevur gjørt sær

 

- Ongin er fullspottaður fyrrenn hann spottar seg sjálvan.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skjýtur nú við skørpun eftir eftirmanni sínum, Høgna Hoydal, sum nú umsitur fiskivinnumál.

 

Høgni Hoydal var sera atfinningarsamur ímóti mátanum, Jacob Vestergaard umsat fiskvinnumál upp á í undanfarnu samgongu.

 

- Hann hevur áður, áhaldandi, nýtt orð sum "ein korrupt skipan", "lógloysi", "tilvildarlig umsiting" v.m., bæði í Løgtinginum og í miðlunum, sigur Jacob Vestergaard.

 

- Hvørjar hugsanir Høgni Hoydal ger sær, nú hann sjálvur umsitur lógina, júst soleiðis, sum eg gjørdi, er ikki gott at vita. Tað nærmasta eg kann koma er orðatakið: "Ongin er fullspottaður fyrrenn hann spottar seg sjálvan, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann minnir á, at Høgni Hoydal klagaði hann fyri Landsstýrismálanevndini fyri mátan, hann umsat fiskivinnumál upp á og tí varð hann spentur at vita, hvussu fiskiskapurin fer at verða skipaður í ár.

 

- Tað áhugaverda er, at kunngerðirnar, uttan undantak, eru tær somu, sum vóru lýstar fyri jól í 2014, og vóru grundarlag fyri fiskiskapinum í 2015.

 

- Tað mest áhugaverda er makrelkunngerðin, sum er tann sama, tó við smærri broytingum, sum kunngerðin frá 8. juni 2012 er, og sum skipaði makrelfiskiskapin í 2012.

 

- Tá kunngerðin var lýst í 2012, kærdi Høgni Hoydal undirritaða til Landsstýrismálanevndina, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann sigur, at veruleikin er, at meginparturin av fiskiskapinum, uml. 90%, hevur ligið í føstum kørmum síðan lógin kom í gildi í 1994, og hon er skipað við veiðiloyvum, egnum døgum, egnum kvotapørtum og egnum hjáveiðikvotapørtum. Restin, uml. 10%, er í høvuðsheitum skipað sum felagskvota til ávísar skipabólkar.

 

- Hesum hevur sjálvt Høgni Hoydal funnið út av, nú hann hevur skipað fiskiskapin fyri 2016, sigur Jacob Vestergaard.

 

Les meiri HER