Síðani eftir annað umfar hevur B36 verið frammanfyri grannarnar í HB. Eftir fleiri umfør hevur fjarstøðan verið fimm stig. Nú er bara eitt stig á muni. Harvið hevur HB seinnapartin møguleika at lyfta seg framum grannan og meistaraliðið.
Mánadagin vann HB 1-0 á heimavølli ímóti ÍF. Liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, ásannar, at spælið var einki at reypa av, men hann og liðfelagarnir eru væl nøgdir við støðuna, sum hon er. Samstundis ásannar hann, at tað er neyðugt at vinna á B36 í dag, um møguleikin at vinna FM ikki skal kámast uppaftur meiri:
-Vit eru við í toppstríðnum, men NSÍ er seks stig frammanfyri okkum. Tað ræður um hjá okkum at fokusera á okkara avbjóðingar og at vinna hvørja ferð. Og so mugu vit bara bíða og vóna, at NSÍ fer at snáva. Tað var kærkomið, at tað eydnaðist at vinna tepurt á ÍF, og tað telur øgiliga nógv at vinna á B36, sigur Fróði Benjaminsen.
Jógvan Rói Davidsen er leikbanaður, Pál Mohr Joensen er langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um skaðadarvaði Christian R. Mouritsen verður førur fyri at spæla ídag.
Í B36 iðra teir seg nógv um, at Jákup á Borg ikki er tøkur. Avleiðingarnar av reyða kortinum í fyrru hálvfinaluni í Gøtu eru eyðsýndar. Útvísingin kostaði sigurin, sum B36 hevði kós ímóti, tá ið liðformaðurin sá reyða kortið. Jákup var nógv saknaður mánadagin í Gøtu, og ikki minst í grannauppgerðum hevur tað týdning við royndum.
-Vit fokusera á næstu avbjóðingina. Dreymurin er framvegis at endurvinna FM heitið, og tað hava vit framvegis møguleika at gera til veruleika. Um tað ikki eydnast, so skulu vit í hvussu so er vinna europeiska luttøku. Sjálvandi eru vit uppsettir at vinna ímóti grannunum, sigur B36 málverjin Tórður Thomsen, ið eigur heimavøll ímóti HB, sum í dag verður gestur á vøllinum, har tey bæði stóru havnarfeløgini venja.
Tað er ivasamt, um Gestur B. Dam, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum, verður førur fyri at spæla ídag. Jákup á Borg er leikbannaður.









