Nú hevur føroyska veðurstovan fingið leiðara

Hann tekur við starvinum á nýggjárinum

Nú hevur nýstovnaða føroyska veðurstovan fingið deildarleiðara. Tað er Bárður A. Niclasen, ið er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni og hann tekur við starvinum á nýggjárinum.

 

Vørn skrivar, at Bárður er 47 ára gamal og hann er Cand. Scient í jarðalisfrøði, umframt at hann hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Setrinum.

 

Veðurstovan er ein deild undir Vørn. Í løtuni eru tveir veðurfrøðingar á veðurstovuni, men eftir ætlan verða fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum veðurstovan mennist og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI.

 

Myndin er frá Vørn.