Nú hevur Danmark sín Bjarna Mikkelsen

Bresturin var bara sum ein dukkufretur, tá konservatorurin, Abdi Hedayat, stakk hol á magan á avgustinum, sum gjørdi landgongd norðan fyri Esbjerg

Tann danski serfrøðingurin í avgustum eitur Abdi Hedayat, og hann er konservator á Statens Naturhistoriske Museum. Tað var hann, sum í gjár skar upp annan avgustin, sum hevur ligið á strondini norðan fyri Esbjerg í Danmark síðani leygardagin.

 

Men bresturin, sum stóðst, tá hann stakk hol á magan, var bara ein dukkufretur í mun til brestin, sum Bjarni Mikkelsen fekk burturúr, tá hann skar upp avgustin við Áir í november í fjør.

 

Tað var annars um vikuskiftið, at tveir avgustar endaðu upp á landi á jútsku vesturstrondini.

 

Donsku savnsmynduglekarnir fingu leygardagin boð um, at ein augustur var strandaður á Henne Strand, sum er nakað norðan fyri Esbjerg. Hann var deyður. Sunnudagin komu so boð um, at ein augustur afturat var komin inn á sandin einar 700 metrar frá staðnum, har hin lá. Hann var á lívi, men doyði í sunnudagin.

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at hvalur ger landgongd á donsku strondini, og fleiri túsund fólk leitaðu sær til Henne Strand um vikuskiftið at hyggja at teimum.

 

Hvalaserfrøðingurin Thyge Jensen, sum var og hugdi at teimum báðum hvalunum sunnudagin segði við TV2, at eingin veit við vissu, hví hvalirnir koma upp á land.

 

– Hetta er hent ofta fyrr. Tað er eitt ella annað sosialt við hvali, og tað kann vera orsøkin til, at teir strandaðu so nær hvør øðrum, sigur danski hvalaserfrøðingurin.

 

Teir báðir hvalirnir verða fluttir til Keypmannahavnar, har teir skulu kannast nærri. Teir verða skornir upp, og beinagrindin verður varðveitt.

 

Niðanfyri síggjast myndir frá Polfoto av avgustunum og uppskurðinum, sum var í gjár.