##med2##
– Vit eru spentir til dystin, sum hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21 landsliðnum hjá monnum, sum í dag skulu spæla ímóti Norðurmakedona í Skolpje í Norðurmakedonia. Dysturin verður klokkan 17.
Støðan er tann, at um Ukraina verður koyrt úr kappingini orsaka av krígnum í landinum, so kunnu Føroyar við einum sigri í dag koma í ta støðu, at tað kemur at standa millum Føroyar og Serbia um at enda næstfremst í bólkinum. Og júst Føroyar og Serbia hittast á seinasta leikdegi í Føroyum. Tað er tann 7. juni.
Hoyrði samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Sámal Erik Hentze í tíðindunu á FM1 á middegi í dag.











