Nú hava sviar kannað sær Jónas Bronck

Stórt hátíðarhald í Svøríki, í samband við at Jonas Bronck grundlegði Bronx-býarpartin í New York.

Jónas Broncks gøtu í Havn kenna vit øll. Og Bronx í New York munnu flestu okkara hava hoyrt um. 

 

Í Føroyum er søgan tann, at Jónas Bronck er uppvaksin í Havnini, sonur lutherskan prest, og at hann hiðani fór fyrst í skúla í Danmark og síðani í hollendska handilsflotan. Haðani sigldi hann við skipi sínum, eldur Troya (á enskum Fire of Troy), til ný Holland, og keypti sær eitt grundøki við Harlem-ánna. Seinni varð allur býarparturin nevndur eftir honum.

 

Men hetta er tann føroyska søgan. Almennu søgufrøðingarnir í New York hella til eina aðra frágreiðing. Sambært teimum kemur grundleggjarin av Bronx úr Sävsjø í Svøríki og í fjør var Jonas Bronck Senter bygd í  Sävsjø.

 

Í ár eru 375 ár síðani Jonas Bronck kom til ný Holland, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum hátíðarhaldi í Sävsjø. Væntandi vitja 5.000 til 10.000 fólk Sävsjø í samband við hátíðarhaldi og áhugin úr USA er ovurhonds stórur.