1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.722 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum
Nú hava tilsamans 27.000 fólk í Føroyum verið smittað við koronu. Tað er tað sama sum 50,3 prosent. Í gjár var talið 49 prosent. Tað merkir, at fleiri enn annar hvør okkara nú er ella hevur verið smittaður við koronu.











