Nú hava favorittarnir funnið síni pláss

Hóast tað ikki hevur gingið nakað serligt hjá teimum, so eru víkingarnir millum fýra tey fremstu saman við havnarfeløgunum og toppliðnum NSÍ

Í bítandi kulda og annars góðum fótbóltslíkindum  er fimta umfar avgreitt í dag, og nú fer stigatalvan at líkjast sær sjálvum. Havnarfeløgini og Eysturoyggin, umboðað av Víkingi og NSÍ, eru í toppinum, og í botninum er FC Suðuroy, sum framvegis einki stig hevur vunnið.

 

Topplið er NSÍ, ið legði fyri sum eitt ódnarveður og skjótt var frammanfyri 3-0 við Stórá í Trongisvági. Tá ið 1. hálvleikur var um at vera runnin, var spurningurin, hvussu stórur NSÍ sigurin fór at verða. Dygst undan steðginum minkaði TB um munin, og fyrstu løtuna eftir steðgin var tað heilt spennandi. NSÍ vann 3-2, og enn einaferð var Klæmint A. Olsen høvuðsleikari. Hann skoraði tvey mál í dag, og nú hevur hann skorað níggju mál í fimm dystum. Miðaltalið er framúr.

Hetta var fyrsta tapið hjá TB í ár, og uppflytarin og aldursforsetin er í fyrstu atløgu avkoblaður í toppinum. Albert Adu vísti máltev við at skora bæði málini.

 

B36 vann í kvøld 1-0 á KÍ. Einsamalla málið varð skorað við brotssparki, tá ið tað restaðu nøkur sekund av 1. hálvleiki.  Jákup á Borg umsetti úr ellivu metrum, og nú er hann um reppið at taka málmetið frá gamla liðfelagnum John Petersen.

Millum meistararnar var fagnaðurin stórur, meðan klaksvíkingar vóru so sera vónbrotnir og iðraðu seg um tepra tapið. Meðan tað var máleyst, gekk tað fyri seg júst soleiðis, sum teir bláu og hvítu høvdu roknað við.

 

HB var sera tilvitað um, at málleysi kiksarin á heimavølli ímóti TB ikki skuldi endurtakast. Levi Hanssen umsetti brotsspark til mál, tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin, og so var tað Arnbjørn Hansen, sum spílaði seg út. Hann var ikki gestablíður við gomlu liðfelagarnar í EB/Streymi. Hann skoraði trý mál, og spurningurin var so, hvussu stórur sigurin fór at verða. EB/Streymur vísti góðan hugburð í 2. hálvleiki, tá ið spælið var nógv betri, og Ragnar Danielsen var fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu og skoraði sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið. Eldri beiggi hansara, Niels Pauli Danielsen, pyntaði um fyri EB/Streym.

 

Hjá Víkingi var einki at rafla um ímóti FC Suðuroy, sum tað í 1. hálvleiki eydnaðist væl at verja hjá. Finnur Justinussen ella Finnur Fríði, sum teir tóku til í Sarpugerði, skoraði øll fýra Víkinga málini. Harvið er hann við fimm málum næstfremstur á skjúttaralistanum. Hóast hetta var fyrsti sigurin hjá Víkingi, so er Víkingur á fjórða plássi.

 

Í kvøld endaði tað 1-1 úti í Vika í Argjum, har ÍF vitjaði. Heimaliðið var rudduliga omaná í 1. hálvleiki, tá ið lítið og einki veiggj var í fuglfirðingum. Rógvi Poulsen takkaði fyri eftir ÍF verjukiks, tá ið hann legði AB framum. Tá ið Áki Petersen javnaði tíðliga í 2. hálvleiki,  broyttust fyritreytirnar nógv, og so var tað bæði undirhaldandi og í løtum leikligir glottar.

 

HB-EB/Streymur 4-2 (3-0)

1-0: Levi Hanssen br 20.

2-0: Arnbjørn Hansen 29.

3-0: Arnbjørn Hansen 30.

3-1: Ragnar Danielsen 64.

4-1: Arnbjørn Hansen 72.

4-2: Niels Pauli Danielsen 89. 

 

TB-NSÍ 2-3 (1-3)

0-1: Jonleif Højgaard 3.

0-2: Klæmint A. Olsen 15.

0-3: Klæmint A. Olsen 29.

1-3: Albert Adu 45.

2-3: Albert Adu 62.

 

Víkingur-FC Suðuroy 4-0 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen 9.

2-0: Finnur Justinussen 49.

3-0: Finnur Justinussen 74.

4-0: Finnur Justinussen 81.

 

AB-ÍF 1-1 (1-0)

1-0: Rógvi Poulsen 31.

1-1: Áki Petersen 49.

 

B36-KÍ 1-0 (1-0)

1-0: Jákup á Borg br 44.

 

Støðan

NSÍ 12

B36 11

HB 9

Víkingur 7

TB 6

KÍ 5

AB 5

ÍF 3

EB/Streymur 3

FC Suðuroy 0

 

6. umfar

Leygardagin 11. apríl

EB/Streymur-Víkingur

FC Suðuroy-AB

Sunnudagin 12. apríl

B36-TB

NSÍ-HB

ÍF-KÍ