Nú hava 667 føroyingar afturat fingið arbeiði

Talið á føroyingum sum arbeiða veksur alsamt


Í fjør vóru 24.250 løntakarar í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hetta eru 667 løntakarar fleiri enn í 2013, og tað svarar til ein vøkstur á 2,8%.

Hagstovan sigur, at eftir at talið á løntakartum var í støðugari minking frá 2008 til 2011, eru nú aftur næstan 1.000 fleiri løntakarar í Føroyum.

Tó eru framvegis 1.600 løntakarar færri í Føroyum nú, enn tað vóru í 2007, tá ið talið var hægst.

 

Vøkstur er í talinum av løntakarum í flest øllum vinnugreinum, sigur Hagstovan.

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu hevur gongdin í talinum á løntakarum verið óstøðug seinnu árini, men í 2014 sást størsti vøksturin í hesum vinnum. Tilsamans vóru tað 4.122 løntakarar í hesum vinnubólkinum í 2014.

 

Í vinnubólkinum byggivinna, og onnur tilvirking, vendi gongdin í 2013, og har var framgongd fyri fyrstu ferð í seks ár og tann framgongdin hildið á í fjør.

Í sjálvari byggivinnuni fall talið á løntakarum fleiri enn 600 í árunum frá  2007 til 2012, men seinastu tvey árini er talið vaksið til oman fyri 1.600 løntakarar.  

Í 2007 vóru fleiri enn 2.100 løntakarar í byggivinnuni.