Nú hava 16 fólk koronu í Føroyum

Tríggir nýggir smittutilburðir við koronu vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

 

 

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Tann eini persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya.

 

- Tað er ógreitt, hvussu hinir báðir persónarnir eru smittaðir, men báðir halda, at teir helst eru smittaðir í náttarlívinum í Havn tann 26. juni. 

 

1156 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 315.034 kanningar.

 

784 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu.

 

Í løtuni eru 16 persónar í Føroyum smittaðir við koronu.