Nú tað er farið um døgverðatíð í dag, sær er vánaliga veðrið av álvara farið at hæsa av.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at nú eru hampiliga góð koyrilíkindi aftur, eftir at tað hevur verið sera vánaligt í morgun.
Men tað er framvegis hált og kavi á Oyndafjarðarvegnum, og aðrastaðni, leggur hann afturat.
Les eisini: Hetta er tað ringasta eg veit um
Hann leggur afturat, at nú so langt liðið út árið, at sólin kraftar rættiliga væl, so nú tiðnar av álvara.
Men teir eru koritini ikki lidnir at grava enn, so enn verður grivið við Norðskálatunnilin, á Oyndafjarðarvegnum, Oyggjarvegnum, Gjáarvegnum, og aðrastaðni í fjøllunum.
Les eisini: Ferðsluóhapp og seinkingar í morgun
Árni Jacobsen sigur, at nú hevur hann makað vindin og avfallið fer at minka, so at nú er hetta nosið av.
Men hann ávarar um, at tað er framvegis hált onkustaðni, eitt nú á Gjáarskarði og á Høgareyni, og sum heild mælir hann framvegis til at at koyra varliga, tí hálka kann vera aðrastaðni við.
Eisini koyringin hjá Bygdaleiðum er við at verða tikin upp aftur.