Nú grønkast í Hólmanum

Sigast kann av røttum, at økið í Hólmanum á Eiði longu er vorðið rættiiga grønt á at líta.

Í góðveðrinum mánadagin byrjaðu teir at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum á Eiði, og væntandi verður arbeiðið liðugt umleið 20. juni.

 

Graslíkið er av slagnum Domo Varioslide S Pro, sum Idé Møblar umboðar, og tað er eitt týskt áleggingarfirma, sum ger arbeiðið á Eiði.

 

Hetta er sama fyritøka, sum hevur lagt á vallirnar á Tvøroyri, Sandi, Sandavági, Gøtu og Leirvík.

 

Arbeiðið á Eiði hevur gingið væl, og tað sæst longu dagamunur. Sigast kann av røttum, at økið í Hólmanum longu er vorðið rættiiga grønt á at líta.