Í gjárkvøldið lendi landsliðið á Malta, har teir í morgun fóru undir fyrireikingarnar til vinardystin, sum verður týsdagin.
Christian Lamhauge Holst er hesa ferð ikki á landsliðnum. Tað kemst av, at hann er upptikin av at spæla í donsku landskappingini við Silkeborg IF. Í dag átti Silkeborg heimavøll ímóti Vendsyssel, sum varð sent til hús við 2-0 tapi.
Síðst í september og langt inn í oktober gekk tað illa hjá Silkeborg, men nú er vend av álvara komin í. Dysturin í dag var tann fimti á rað, har tað er eydnast at vinna úrtøku.
Christian Lamhauge Holst var í 84 minuttir fremsti miðvallarin. Annað málið varð skorað í 1. hálvleiki, og hitt varð skorað fram ímóti dystarenda, tá ið Vendsyssel í eina løtu hevði pressað fyri at javna.
Nú er eitt umfar eftir, áðrenn næstbesta danska deildin fer í vetrarfrí. Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir skulu sunnudagin spæla í Fredericia. Silkeborg er á fimta plássi.