Nú glapp aftur hjá B71

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð síðani 19. juni vunnu sandoyingar í dag fulla úrtøku

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið B71 seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Tað restaðu 21 minuttir, tá ið innskifti Aron Clemensen setti hol á. Trupulleikin hjá sandoyingum hevur leingi verið, at tað hevur gingið so illa at umseta leikliga yvirvág til mál, og í dag vóru tað heldur ikki so nógvar royndir ímóti 07 Vestur málinum. Aron Clementsen hevur áður havt gott máltev og verið toppskjútti hjá B71. Síðstu árini hevur hann verið nógv burturstaddur. Í dag var hann fyri fjórðu ferð á besta B71 liðnum, og í dag var hann fyri fyrstu ferð í ár málskjútti.

 

Tijani Mohammed staðfesti 2-0 sigurin í 73. minutti ella fýra minuttir eftir fyrra málið. 32 ára gamli Tijani Mohammed er tann, sum í ár hevur verið drúgvastur av øllum á B71 liðnum, og í dag var hann fyri fjórðu ferð í ár málskjútti.

 

B71 sigurin kennist sera søtur hjá sandoyingum. Hetta var fyrsta ferðin síðani 19. juni, at B71 fór av vøllinum við fullari úrtøku. Tann dagin vann B71 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Síðani hevur B71 spælt fimm dystir og bara vunnið eitt stig. Og nú glapp tað so aftur hjá B71, sum er á sætta plássi við 28 stigum – trý stig aftanfyri KÍ og trý stig frammanfyri HB.

 

07 Vestur hevur tvey stig og er greitt aftast og við kós ímóti 2. deild, sum liðið í fjør flutti upp úr.

 

Um eina viku fer B71 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og fríggjakvøldið fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti Undrið FF.