Í desember var arbeiðsloysið 0,9 prosent og tað svarar til, at tað svarar til, at tað eru 255 fólk kring landið, sum einki abeiði hava. hetta eru fulltíðarstørv, men verða tey, sum arbeiða avmarkaða tíð, tikin við, merkir tað, at 302 fólk eru arbeiðsleys. Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og hetta merkir, at á hesum øki hevur støðan verið óbroytt hesar seinastu mánaðirnar, síðani í september. Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum fyri ikki at hava arbeiði.
Fyri einum árum síðani, í desember í fjør, var arbeiðsloysið 1,3 prosent. Arbeiðsloysið er at kalla púra javnt býtt ímillum kynini, men tað er eitt lítið vet hægri hjá monnum enn tað er hjá kvinnum.
Arbeiðsloysið er lægst í Norðurstreymoy, har tað bara er 0,4 proent. Í Norðoyggjum og Eysturoy er arbeiðsloysið 0,5 prosent, og í Suðurstreymoy er arbeiðsloysið 1,1 proent. Tað er framvegis í syðra parti í landinum, at arbeiðsloysið er hægst, tí í Sandoynni er tað 1,4 proent og í Suðuroy er tað hægst, tí har er tað 1,9 prosent – men tað er kortini ein stórur bati, tí fyri hálvum øðrum árum síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy yvir seks prosent, samstundis sum at tað var ímillum 0,8 og tvey prosent aðrastaðni í landinum.