- Nú haldi eg, at bankarnir eru farnir ov langt.
Tað heldur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, og fíggjarpolitiskur talsmaður hjá Sambandsflokkinum.
Tað, hann sipar til, er, at BankNordik nú er farin at áleggja summum viðskiftafólkum ómaksgjald, bara fyri at hava kontu í bankanum.
Bárður Nielsen ásannar, at bankarnir hava broytt politikk seinastu árini.
Fyrr livdu bankarnir av muninum ímillum innlánsrentuna og útlánsrentuna.
Men seinastu árini eru teir miðvíst farin at leggja inntøkuna yvir á ómaksgjøld fyri alt handa slag av tænastum, teir veita.
- Men tá ið teir nú eisini fara at krevja gjald frá fólki, bara fyri hava eina kontu, haldi eg, at teir fóru út um mark, heldur Bárður Nielsen.
- Tað er bæði ósmakligt og óhóskandi, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, politiski myndugleikin eigur at taka upp.
Spurningurin er bara um nakað er at gera, tí hann heldur ikki, at spurningurin er so einfaldur, sum hann ljóðar viðhvørt.
- Vit áleggja øllum føroyingum at hava eina kontu í bankunum í sambandi við lønarflytingar.
Tískil er tað eisini ein spurningur, um vit ikki eisini kunnu áleggja bankunum, at tað skal vera ókeypis at hava eina kontu, leggur hann afturat.
Spurningurin er so bara, um bankarnir ikki bara leggja gjaldið á okkurt annað.
Bárður Nielsen vísir á, at ein máti kundi verið, at bankarnir fingu kapping, men hann sær ila fyri sær, at tað almenna kundi verið uppi í.
Men hann vísir á, at í Danmark hevur handilssketan Coop gjørt sín egna banka og hann heldur, at kundi talan verði um eina slíka loysn av onkrum slagi í Føroyum, hevði tað verið ein fyrimunur.
- Ber tað til við onkrum slíkum, hevði tað dámt mær betri, tí so kundi skipast so fyri, at fólk kundu fingið sína løn uttan um bankarnar.
- So høvdu bankarnir fingið veruliga kapping og tað hevði dámað mær betri, men spurningurin er, um tað letur seg gera.
Bárður Nielsen vísir á, at Posta hevði giro, men helt uppat. Tað varð ov dýrt av tí at kravið var, at Posta skuldi lúka somu treytir sum bankarnir.
Tí heldur hann, at spurningurin er alt annað enn einfaldur at hava við at gera og nakra skræddaraseymaða loysn, hevur hann ikki.
Men hetta er í øllum førum eitt mál, vit eiga at taka upp, heldur Bárður Nielsen.
|