Mínar persónligu ambitiónir um at skora atkvøður uppá bekostning av øðrum liggja á einum sera lítlum stað, og tí tori eg kanska betri enn aðrir at tala at, eisini tí eg veit, at t.d. vágafólk høvdu og framvegis hava stórt álit á tí arbeiði, sum eg stóð á odda fyri tá talan var/er um:
Atlantic Airways var sett á stovn ? Heimstaðurin hjá AA treytaðum í Vágum ? Landsstýri samtykti gerð av undirsjóvartunnli ? Føroya Løgting samtykti lántøku uppá 200 mió. kr. til bygging av undirsjóartunnli við 31-0 atkvøðum ? Arbeiði av undirsjóvartunnlinum var sett í gongd ? Tyrluflotin øktist ? Yvirtóku teknisku og operativu umsitingina av tylutænastuni ? Hangarurin bliv bygdur ? Nýtt strandferðsluskip til Mykinesar ? Farmahøllin hjá Strandferðsluni á flogvøllinum bygd ? Nýggj lóg um loftferðslu ? Lendingin í Mykinesi ? Løgdu lunnar undir ætlanina um út- og umbygging av flogvøllinum.
Hetta verður víst á bert fyri at nevna nakrar av útbyggingunum sum fingu politiska loysn.
Tøkkin fyri politisk avrigg
Skal tøkkin fyri politisk avrik fella á røttum stað, so átti helst eingin ivi at verið um, hvør eigur krossin til komandi val. Men so naivur eri eg heldur ikki, tí vágafólk eins og vit vita, at úrslit fáast ikki uttan so, at samarbeiði fór fram millum fleiri partar.
Tók meg til høvdið
Undirritaði var ein av teimum fáu sum tók seg til høvdið tá eg hoyrdi um ætlanir hjá fyrrv. landsstýrismanninum í samferðslumálum í 1997. Hetta kann eg siga, eisini tí, eg væl eri tann einasti sum av álvara havi roynt í verki at gjøgnumføra ætlanina um undirsjóvartunnlinum um Vestmannasund.
Sum landsstýrismaður í samferðslumálum var eg saman við øðrum við til at gera eitt sera nágreiniligt arbeiði á hesum øki. Fekk landsstýri at samtykkja at leggja lógaruppskot á ting, um lántøku til uppá 200 mió. kr., og sum Føroya Løgting seinni samtykti. Gav boð um at arbeiði skuldi byrjast, at arbeiði so steðgaði aftur av orsøkum sum eg í hesum umfarinum ikki skal koma inn uppá, er sera harmiligt, og avdúkandi fyri tey sum rópa harðast upp í dag.
Enda í ruðuleika
Tað var ikki tilfarinum tað var galið við, men arbeiðsháttinum hjá landsstýrismanninum í 1997, sum var beinleiðis orsøk, at alt málið endaði í einum ruðuleika, sum seinni var endurskoðað av eitt nú felagskommununum í Vágum.
Eg haldi ikki tað er rætt av Sámali Petur í Grund í seinastu Dimmalætting, at leggjast eftir navngivnum persónum, politiskum flokkum; rópa upp um ódugnaskap, og tað sum verri er. Tað er ikki har trupulleikin liggur, men tað er støði sum fyrrv. landsstýrismaðurin ynskir at avgreiða málið uppá.
Skal undirsjóvartunnilin framvegis liggja á tí støði sum fyrrv. landsstýrismaðurin ynskir, so eri eg sannførdur um, at eingin undirsjóvartunnil gerst veruleiki nakrantíð.
Loysnin
Skulu úrslit spyrjast burtur úr, so ivist eg onga løtu um, hvønn flokk vágafólk eiga at atkvøða fyri, men vælsignaði, gloymi ikki hinar, vit hava eisini brúk fyri teirra hjálp og stuðli. Men ynskja føroyingar og vágafólk málið um undirsjóvartunnilin hinvegin loystan her og nú aftaná eitt komandi val, so eru vit sjálvsagt til reiðar, men tað krevur undirtøku, og hana kunnu vit bert fáa um undirtøkan til vali 30. apríl verður nóg stór. Tað er hóast alt atkvøðurnar til løgtingsvali sum avgera spurningin.
Royndirnar at loysa úr lagdi hava vit. Úrslitini kunnu vit ávísa, men ov fáar atkvøður kunnu steðga ætlanini til æviga tíðir. So einfalt og reiðiliga kann tað sigast.
Lasse Klein










