Tá løgmaður var í Breddanum hjá útvarpinum í gjár, vildi hann ikki beinleiðis siga, at hann fordømdi Russland, nú russiski forsetin Vladimir Putin hevur viðurkent ukrainsku økini Donetsk og Lugansk sum sjálvstøðug frá restini av Ukraina. Men nú er retorikkurin hjá løgmanni broyttur nakað í mun til í gjár:
– Landsstýrið frástøðu frá russisku framferðini í Eysturukreina og fordømir framdu brotini á altjóða lóg, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.
– Støðan í Eysturukreina og á markinum millum Ukreina og Russland er sera álvarsom. Enn vónar landsstýrið, at diplomatisku royndirnar at finna eina loysn fara at eydnast, so tað slepst undan einum vanlukkuligum stríði í Evropa, sigur hann.
– Tað hevur týdning, at sjálvsavgerðarrætturin hjá Ukreina verður virdur. Altjóða lóg er við til at borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti í heimssamfelagnum. Ikki minst fyri smátjóðir sum Føroyar, er tað umráðandi, at altjóða lóg verður vird og hildin, sigur løgmaður.
Men hvat hetta merkir heilt ítøkiliga, verður ikki upplýst um í tíðindaskrivinum frá løgmansskrivstovuni. Danska stjórnin hevur til dømis boðað frá, at russar kunnu vænta ógvusligastu revsitiltøk nakrantíð, og ES hevur nettupp í dag góðkent ein lista við revsiátøkum móti Russlandi.
Føroyar útflyta sum er nógvan fisk til Russlands, men um fordømingin hjá landsstýrinum eisini merkir, at landsstýrið vil steðga øllum handli við Russland ella hvat, verður einki sagt um, hóast hetta ivaleyst er nakað, sum bæði Danmark, NATO og ES nokk kundu hugsað sær.
– Støðan í økinum broytist støðugt. Landsstýrið fylgir tí nevyt við gongdini, og metir so hvørt um støðuna, verður sagt.
Les eisini: Eingin biðið Føroyar vera við í revsitiltøkum
Les eisini: Óvanligt um Føroyar einki gera við støðuna í Ukraina