Føroyska U-20 landsliðið hevur í kvøld sett punktum fyri fyrstu luttøkuna í EM endaspæli. Fasittið er, at Føroyar endaðu á tíggjunda plássi, og at Føroyar tryggjaðu sær rættin at luttaka í HM endaspælinum fyri U-21 landslið, sum frá 20. juni og fram til 2. juli í 2023 verður í Grikkalandi og Týsklandi.
Í kvøld spældu Føroyar ímóti Slovenia. Úrslitið var 28 – 25 til Slovenia, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 12 – 11.
Føroysku venjararnir lótu í kvøld fimm av teimum, sum higartil hava átt lyklaleiklutir, vera á beinkinum ella ikki at vera á listanum. Her verður hugsað um málverjan Paula Jacobsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og brøðurnar Óla og Paula Mittún. Hesin síðsti var lítla løtu á vøllinum, meðan eingin av hinum var á vøllinum í kvøld.
Í málinum var Alexandar Lacok, sum var sera stinnur og bjargaði 13 av 40 royndum. Toppskjúttar á føroyska liðnum vóru Bjarni í Selvindi, sum var kosin dagsins føroyski spælari, og Bogi Hansen, sum skoraðu fimm mál. Merkisvert er tað, at ikki færri enn tíggju spælarar vóru málskjúttar í kvøld.
Fyrr í dag eydnaðist tað Íslandi við 45 – 34 sigri ímóti Italia at tryggja sær pláss í HM endaspælinum fyri U21 landslið, sum verður í Grikkalandi og Týsklandi um eitt ár.
-
Slovenia – Føroyar 28 – 25 (12 – 11)
Føroyar: Bjarni í Selvindi 5, Bogi Hansen 5, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Baldur Gillason 2, Janus Dam Djurhuus 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Ovi Lützen 2, Sveinur Olafsson 1, Sakir Tróndarson Frýdal 1, Viktor Gaini 1, Óli Mittún, Hákun West av Teigum, Pauli Mittún
Málverjar: Alexandar Lacok 13/40 32,50 % og Pauli Jacobsen 0/0
Venjarar: Mark Lausen Marcher og Julian Johansen
Aðrir á beinkinum: Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen