Síðani hósdagin hevur Margretha drotning verið á almennari vitjan í Føroyum. Hon hevur verið ymsastaðni kring landið, og í gjár endaði almenni parturin av vitjanini.
Fyrrapartin verður tíðindafundur í Tinganesi, og so fer drotningin heimaftur til Amalienborg at hvíla seg nakrar dagar, áðrenn hon skal á eina longri almenna vitjan í Grønlandi um mánaðarsskiftið.
Kongaskipið Danneborg, sum vanliga verður brúkt til slíkar vitjanir, var ikki við í Føroyum og verður heldur ikki við á vitjanini í Grønlandi. Orsøkin er, at skipið fekk álvarsamt maskinbrek á ferðini til Føroya, og enn er ikki greitt, hví brekið kom á miðjum havi. Tí verða eingi ráð tikin fyri, og Dannebrog skal halda seg í Danmark, har kanningar og royndir verða gjørdar.