Sagt hevur verið, at tað eru fleiri hundrað kilometrar av tunlum eru undir Gaza, og ætlanin hjá Ísreel er at oyðileggja tunnilsskipaninar við spreingingum.
- Ætlanin er nú at finna hesar tunlar og gera teir óvirknar, sigur talsmaður fyri ísraelska herin, Daniel Hagari.
Keldur hjá Hamas og bólkinum Islsmiskt heilagt kríggj siga, at ísraelskir stríðsvognar hava møtt stórari mótstøðu frá Hamas, sum brúka tunlarnar til síni álop á ísraelsku deildirnar.
Tíðindastovur siga í morgun, at tíðindini um Hamas-mótstøðuna ikki eru váttað av óheftum keldum.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, sigur, at Ísrael hevur eitt mál í Gaza, og tað er at beina burtur Hamas-terroristarnar, sum hann rópar Hamas.
Nógvir ísraelar stúra fyri lagnuni hjá gíslunum, sum Hamas tók, tá lopið varð á Ísrael hin 7. oktober við einum ótali av rakettum.
Roknað verður nevniliga við, at Hamas hevur gíslarnar í tunlunum undir Gaza.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.
##med2##












