Lýggjari luft við regni og ælaveðri streymar inn yvir Føroyar av landsynningi. Um vikuskiftið fer hann norðurum og tað verður kaldari og kavaælingur.
Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av degnum og hitin millum 3 og 7 stig. Mikukvøldið og hósnáttina verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl og hitin millum 2 og 6 stig.
Hósdagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað regn og vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og trý hitastig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettigs- ella kavaæl og hitin frá beint undir frostmarkinum upp í trý hitastig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 kuldastig og trý hitastig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar og snarar í ein norðan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum tvey kuldastig og trý hitastig.