Nú fer hann frá sum stjóri

- Hann verður nú nevndarlimur ístaðin fyri

Nú skal annað av teimum nýggju hotellunum í Havn, Hilton Garden Inn, hava nýggjan stjóra. Stjórin, Martin Restorff, fer nevniliga úr starvinum tann 1. september, og ístaðin tekur hann nú við sum nevndarlimur á hotellinum, sigur Atlantsflog, sum eigur hotellið, í tíðindaskrivi beint nú.

 

Í nevndini verður hann við til at menna hotellið, sum hann sjálvur var við til at leggja lunnar undir fyri fýra árum síðani, longur fram á leið. 

 

Martin Restorff hevur verið stjóri á Hilton síðani farið var undir at fyrireika og byggja hotellið fyri fýra árum síðani. Hesi fýra árini hevur hann sostatt bæði staðið á odda fyri at byggja hotellið og menna virksemið.  Nú verður so farið undir at leita eftir nýggjum stjóra. 

 

Í fjør hevði hotellið tvær milliónir í avlopi fyri skatt, og tað er nevndin væl nøgd við.

 

– Vit eru væl nøgd við gongdina higartil, serstakliga tá hugsað verður um, at hotellið ongan almennan koronustuðul fekk. Hinvegin var ein avdráttarskái í koronutíðini nóg mikið til at fáa hotellið ígjøgnum strævnu tíðina, tá alheimsfarsóttin herjaði. Og samstundis eru útlit til, at rættilig gongd kemur á ferðavinna aftur, sigur nevndarformaðurin, Niels Mortensen.

 

Í nevndini fyri hotellið sita Niels Mortensen, formaður, Allan Linneberg Agerholm, Jóhanna á Bergi, Marius E. Davidsen og Martin Restorff, sum var valdur í staðin fyri Lailu Ísheim Hentze, ið fór úr nevndini á aðalfundinum fríggjadagin.