Týsmorginin kom Herjólfur 3 aftur til Føroya eftir at hava verið í Íslandi og siglt í nakrar vikur. Strandferðslan hevur leigað Herjólf til at sigla við farmi ímillum Suðuroynna og Havnina fyri at lætta um hjá Smyrli.
Hesa vikuna hevur veðrið verið ringt og Stranferðslan sigur, at nú verða týsdagin, at Herjólfur fer aftur í sigling. Hann fer at sigla ein túr um dagin ímillum Havnina og Suðuroynna. Hann fer at liggja í Havn um náttina og fer sostatt fyrsta túrin úr Havnini fyrrapartar og fer so norður aftur seinnapartar.
Herjólfur fer at sigla fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag og hvør túrur tekur tríggjar tímar. Hóast hann er ætlaður at sigla við farmi, sleppa eisini nøkur ferðafólk við. Strandferðslan sigur, at Herjólfur tekur 288 ferðafólk, men møguleikin at ferðast við bili, verður ógvuliga avmarkaður, tí tað er ikki væntandi, at tað sleppa meiri enn einir 5-6 persónbilar við afturat farminum.
Tá ið Herjólfur fór undir sigling, var ein bíleggingarskipan í gildi, har tað bar til at bíleggja sær pláss á internetinum. Sum støðan er beint nú, skulu ferðaseðlar keypast umborð, men støða skal eisini takast til at seta bíleggingarskipanina aftur í gildi - men tað er ikki vist at tað verður longu frá fyrsta degi.