Síðan 2016 hevur fyritøkan eSport.fo skipað fyri hópin av kappingum og tiltøkum innan telduspøl.
Men hin 10. mai fer eSport.fo í søguna.
Orsøkirnar til endan eru nógvar, sambært stovnaranum Rúna Winther Johnsen, sum fyrst og fremst fer frá fyri at hugsavna seg um heilsuna, familjuna og vinir, umframt at royna aðrar leiðir.
Aðrar orsøkir eru, at tað hevur verið torført at funnið hjálparfólk til tiltøkini.
– Áðrenn koronu høvdu vit nógv hjálparfólk, ið vóru við til at gera e-sportin til nakað serligt í Føroyum. Vit uppnáddu nógv, bygdu studio, gjørdu filmstilfar, livestroymaðu og alt annað, ið ein fremleiðsla inniber. Men eftir koronu fóru øll hvør sína leið. Av tí sama, hevur tað verið sera tungt hjá einum/tveimum persónum at hava tað koyrandi, og orkan er tíverri ikki har longur, sigur Rúni Winther Johnsen í skrivligari fráboðan á heimasíðuni esport.fo.
– Tann fíggjarliga byrðan at fyriskipa og royna at gera tað á høgum støði er eisini ein stórur partur av hesum, og stríðið við fígging frá tí almenna ávirkar eisini.
– Vit hava samráðast í fleiri ár við ymsar almennar stovnar, og viðhvørt geva tey veðhald, men tað er ofta í tí lítlan endanum.
Vilja heldur stuðla fótbólti enn e-sporti
Rúni Winther Johnsen heldur ikki, at e-sporturin er nóg viðurkendur frá almennari síðu í mun til aðrar ítróttargreinar.
– Um granskingar frá grannalondunum kunnu nýtast her í Føroyum, ella samanberast, so ber væl til at siga, at e-sporturin er størri enn fótbólturin, hondbólturin og aðrar ítróttargreinar. Munurin er tó, at meðan hinar ítróttargreinarnar fáa milliónir í stuðli til bygging av hallum, hølum og fígging sum heild til ymisk viðurskifti, so megnar e-sporturin í Føroyum sum oftast, kanska, at fáa fígging til at leiga eina høll, og okkurt afturat tí, sigur hann.
– Hyggja vit uttanlands, so er stuðulin fastur og stórur nokk til at tey flestu ungu kunnu gagnnýta e-sportin sum eitt positivt amboð í samfelagnum. Skúlar, ítróttarfeløg, áhugabólkar, ungdómshús og privatir aktørar leggja alsamt meira í tað rundan um okkum, sigur hann.
Vónin er, at nýggjar kreftir føra e-sportin víðari.
– Takk fyri mong góð ár, lat ikki e-sportin doyggja út í Føroyum, sigur Rúni Winther Johnsen.
Á heimasíðuni hjá esport.fo er hendan myndin løgd út í sambandi við fráboðanina:
##med2##