Nú fer at kava

Tað verður kaldari næstu dagarnar

Næstu dagarnar verður kaldari í veðrinum, og í morgin kunnu vit vænta kava.

 

Í morgin verður nakað av vindi, ælingur og partvís kavi. Seinnapartin minni vindur og yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin fer at liggja millum 3 og 6 stig.

 

Hósdagin fer hitin eitt sindur upp aftur, tí tá fáa vit millum 6 og 9 hitastig, og tað verður yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Hoyr veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.