Nú rigga teir til aftur at spæla landskappingardyst í Sarpugerði.
Ætlanin var at fyrsta bríksl millum Víking og EB/Streym skuldi vera klokkan 18 í gjárkvøldið. Tá var so nógvur vindur, at dómarin Dagfinn Forná gjørdi av, at tað var ikki spælandi. Tí varð dysturin útsettur.
Kappingarnevndin gjørdi av í gjárkvøldið, at dysturin skuldi vera klokkan 19 í kvøld, og nú eru líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði góð.
Sambært spælaralistanum síggja liðini nett soleiðis út, sum ætlanin var, at tey skuldu síggja út í gjárkvøldið:
Víkingur – EB/Streymur kl. 19.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen
Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Martin Klein Joenssen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Signar á Brúnni, Árni Nóa Atlason, Ingi Arngrímsson
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
EB/Streymur: Kristian Joensen – Niklas T. Kruse, Bogi Reinert-Petersen, Árni G. Olsen, Jóhann Hansson Joensen – Rói H. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Filip Djordjevic, Tóki H. Johannesen, Jákup Hummeland – Gutti Dahl-Olsen
Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Elilas Moustage, Dánjal Godtfred, Sørin Wardum, Høgni Hummeland, Gutti við Streym Jóhansson, Filip Kruse Johansen
Venjari: Jákup Martin Joensen