Tað er ein serlig løta, tá Arne Vatnhamar um trý tíðina seinnapartin setir seg umborð á flogfarið hjá Qatar Airways við kós móti nepalska høvuðsstaðnum Kathmandu.
Fyri framman stendur ein risa avbjóðing. Arne Vatnhamar ætlar sær nevniliga at vera fyrsti føroyingur á heimsins hægsta fjalli, 8848 metra høga Mount Everest.
Eftir tríggjar dagar í Kathmandu gongur leiðin móti sonevnda Base Camp, har sjálvur túrurin niðan á Mount Everest byrjar. Arne Vatnhamar roknar við at vera í Base Camp mánadagin um eina viku. Síðani verður farið til gongur.
- Gongur alt eftir ætlan, so fer Merkið at veittra á heimsins toppi umleið 25. til 30. mai, sigur Arne Vatnhamar.
Leirvíkingurin, sum er búsitandi í Danmark, hevur í longri tíð vant miðvíst móti stóru avbjóðingini.
Herfyri greiddi hann frá sínum fyrireikingum. Til ber at hoyra samrøðuna við at TRÝSTA HER.
Í juli í fjør avdúkaði Arne Vatnhamar, at hann ætlaði at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest. Sosialurin tosaði tá við Arna Vatnhamar, og til ber at lesa greinina við at TRÝSTA HER.