Á ólavsøku bytrjar eitt nýtt tingár, og tá fara tingfólk aftur til arbeiðis eftir at hava verið meiri og minni í summarfrí í einar tríggjar mánaðir.
Sum tað stendur í lógini, verður løgtingið sett ólavsøkudag, eftir gudstænastuna og fyrsta stóra málið á skránni verður, tá ið løgmaður fer at halda sína ólavsøkurøðu, har hann fer at greiða frá støðuni í samfelagnum og teimum ætlanum, samgongan hevur hetta næsta árið.
Síðani fáa tinglimir eina lítla viku at seta seg nágreiniligari inn í ólavsøkurøðuna og mánadagin fara teir so at umrøða hana í Løgtinginum.
Hetta er ein viðger, sum kann væntast at verða drúgv og fer at vara í einar tveir dagar.
Og mikudagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, so at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera næsta fiskiár, sum byrjar 1. september og hvussu fiskiskapurin annars skal skipast.
Tá skulu eisini tveir limir veljast í Norðurlandaráðið.
Seinni í mánaðinum fer Løgtingið so at umrøða fiskidagarnar og fiskivinnupolitikkin og tað er eisini ein viðgerð, sum kann væntast at verða drúgv.