Nú er nakað síðani, at Bústaðir hava havt nakra størri verkætlan, men nú verður aftur farið undir bústaðarbygging. Í hesum sambandi hava Bústaðir og MT Højgaard skrivað undir sáttmála um at byggja íbúðir á Heimasta Horni í Havn.
Verkætlanin, sum eisini verður nevnd Heimasta Horn II, er á vestaru síðu í brekkuni, sum gongur niðan til íbúðirnar á Heimasta Horni, beint omanfyri krossin Undir Gráasteini og Velbastaðveg. Ætlanin er ment yvir nøkur ár, har Albert Isfeld, arkitektur, hevur gjørt tekningar fyri Bústaðir.
Talan er um at byggja 22 íbúðir á einum grundøki upp á næstan 5.000 fermetrar, sum Bústaðir hevur keypt frá BankNordik. Bygdar verða tvær lonir í tveimum hæddum. Tað verða 10 íbúðir í tí einu lonini, og 12 íbúðir í hinari lonini. Íbúðirnar verða umleið 78 fermetrar til støddar og hava køk og stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Hjallur, goymsla og altanur ella hátún verða til íbúðirnar.
Farið verður undir verkætlanina fyrsta dagin, og mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk á heysti næsta ár. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.
– Tørvurin á leiguíbúðum er stórur. Farið verður nú í holt við hesa verkætlan, har Bústaðir frammanundan átti grundøkið, og tey vænta at fara undir fleiri aðrar verkætlanir við leigu- og lutaíbúðum kring landið í næstum.











