Nú fara matstovur í Føroyum eisini at fáa ein Smiley

Nú skal tað verða lættari hjá teimum, sum fara á matstovu, at síggja, hvussu væl matstovan heldur krøvini um reinførið

Nú verður ein skipan sett í verk, har føroysku matstovurnar fara at fáa ein smiley – eitt brostekn – sum vísir, hvussu væl tær halda heilsufrøðiligu krøvini, og krøvini um reinføri.

 

Hetta verður sama smiley-skipan, sum tey hava í øðrum londum og endamálið er at verja tey, sum eta á matstovunum. Og tað verður sagt, at hetta er ein skipan, sum riggar væl

 

Hetta er nakað, tosað hevur verið um leingi, og sum undanfarna samgonga ætlaði at seta í verk. Og í uppskotinum, sum undanfarna samgonga legði fyri Løgtingið um fíggjarlóg fyri í ár, vórðu 800.000 krónur settar av til endamálið.

 

Og nú hendan samgongan hevur lagt eitt nýtt uppskot um fíggjarlóg fyri Løgingið, er tað greitt, at tey vilja halda fast um hesa skipanina og sostatt eru framvegis 800.000 krónur settar av til endamálið.

 

Tað verður Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum fer at umsita játtina, og endamálið er at geva gestum á eini matstovu, eina einfalda kunning um, hvussu hon heldur krøvini til reinføri. Hetta hevur stóran týdning fyri matvørutrygdina

 

Tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit á eini matstovu, skriva tey eisini eina frágreiðing, sum skjótt og lætt gevur brúkarum kunning um matvørutrygd, reinføri, og annað. Skeltið við frágreiðingini skal heingjast upp beinanvegin, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur útflýggjað tað.

 

Og tað skal vera á einum sjónligum stað, beint við inngongdina, so brúkarin lættliga kann kunna seg um úrslitið, og samstundis fær matstovan so eisini eitt brostekn at heingja upp frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

 

Brosteknini at fara at hava tey somu trý andlitsbráini, sum skipanir í grannalondunum nýta:

 

– Eitt fegið brá, tá ið Heilsufrøðiliga starvsstovan ongar viðmerkingar hevur.

 

— Eitt strangt brá, tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest frávík og givið ávaring frammanundan, ella hevur sett tiltøk í verk.

 

– Eitt misnøgt brá, tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik ella afturvendandi brot á reglurnar, og hevur givið matstovuni eina ávaring – ella hevur sett tiltøk í verk ímóti matstovuni.

 

Hetta er ein skipan, sum verjir brúkaran og sum samstundis eggjar matstovum leggja dent á matvørutrygd og á reinføri.