Nú fara børn í 1. flokk gjøgnum internetið

Flestu okkara minnast alt lívið, hvussu tað var, tá vit vórðu innskrivað í 1. flokk. Tað var ein stórur dagur.

 

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna havt felags innskrivingina til 1. flokk í Reinsarínum í Tórsgøtu. Har var rættur hátíðardámur – uttanfyri flaggaði, og børnini fingu hvør sína bók heim við sær aftur sum gávu frá skúlanum, sum skal mynda teirra gerandisdag næstu 9-10 árini. Men hesin táttur er nú farin í søguna, tí nú fer hendan stórhendingin fram í telduni hjá mammu ella babba.

 

Tórshavnar kommuna lýsir í hesum døgum við, at innskriving til 1. flokk fer fram. Freistin er fríggjadagin komandi – og so kemur tað:

 

»Innskrivingin er bert talgild í ár í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Beinleiðis leinki HER

 

Í Tórshavnar kommunu ber til at biðja um at fáa barnið í ein av skúlunum, men er pláss ikki fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

 

Og tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

 

Soleiðis fer menningin við øllum, eisini hesum hátíðardegi barnanna.