##med2##
Samrøða við Viljormur Davidsen - trýst á pílin omanfyri
Viljormur Davidsen endaði í sóttarhaldi, tá Føroyar spældu móti Danmark á Tórsvølli fyrr í ár. Nú fær hann sín dyst móti Danmark.
- Hetta er ein stórur dystur, men tá eg eri á vøllinum, so hugsi eg bara um tað. Sonurin hevur ringt fleiri ferðir, tí hann er so spentur at koma til dyst. Hann hevur ongantíð verið í Parkini fyrr. Tað er stuttligt, men tá dysturin byrjar, so skal eg bara hugsa um fótbóltin og at gera mítt besta, sigur Viljormur Davidsen.
Vinstri bakkurin hevur spælt í donskum fótbólti síðani hann var tannáringur, og tí hevur dystur ein serligan týdning fyri Viljorm. Dysturin millum Danmark og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45.
##ms##