Nú fær umsjónin hægri raðfesting

Í Sunda kommunu hava tey ynskt at raðfesta umsjónina hægri, og tí eru nú trý nýggj størv sett í kommununi.

Í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2022 samtykti býráðið í Sunda kommunu, at umsjónin í kommununi skal hava hægri raðfesting. Tí eru pengar settir av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum. 

 

Peningur varð settur av til at seta tvey fólk aftrat á ognareindini, sum tað verður rópt.  

 

- Ognareindin í kommununi útinnur ymiskar byggiverkætlanir, hevur umsjón við kommunalum bygningum og ger fyrifallandi arbeiði í øllum 11 bygdunum í kommununi.

 

Í Sunda kommunu verður sagt, at størvini vórðu lýst leys, og fyrst í februar setti kommunan teir báðar, Einar Hansen og Jóhann Poulsen, í starv sum umsjónarmenn á Ognareindini.

 

- Harumframt varð játtan sett av til at seta eitt fólk at hava umsjón av Røktarheiminum á Mørkini og ítróttarøkinum við Margáir. Hetta starvið er sett í samstarvi við VEKS og verður fíggjað av báðum pørtum.

 

Sunda kommuna hevur sett Kristian Holm í starvið sum umsjónarmann á Mørkini og við Margáir.

 

- Hetta er eitt nýtt starv, tó at Kristian Holm longu í nøkur ár hevur havt til uppgávu at halda eyga við ítróttaøkinum við Margáir, nakrar tímar um mánaðin, verður lagt aftrat.

 

##med2##