Nú fær Suðuroyar Sjúkrahús útgerð til dialysu

Avtalan er undirskrivað og gongst sum ætlað, verður dialysu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsið næsta ár

Vónandi verður hetta endin á einari langari søgu í føroyska sjúkrahúsverkinum, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri

 

 

Nú fær Suðuroyar Sjúkrahús útgerð til dialysuviðger. Í dag hevur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hans Pauli Henryson, skrivað undir avtalu um keyp av útgerð til dialysuviðgerð, útgerðin verður leverað á Suðuroyar Sjúkrahúsi í desembur í ár.

 

Løgtingið setti eina millión av á fíggjarlógini fyri 2022 til dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hesin peningur er nú brúktur til keyp av nevndu útgerð.

 

Í vár var stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi frammi í miðlunum har hann segði at tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi fóru at gera eitt uppskot til skipan av dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta uppskotið skuldi vera liðugt tíðliga í heyst. Uppskotið er nú liðugt og tað er sent leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum til viðgerðar.

 

Gongst sum ætlað - og verður peningur játtaður til endamálið - fer Suðuroyar Sjúkrahús at veita dialysu næsta ár og tað merkir, at teir suðuroyingar, sum nú noyðast norður til Havnar fleiri ferðir um vikuna at fáa dialysu, kunnu fáa hana á Suðuroyar Sjúkrahúsi ístaðin.

 

– Vónandi verður hetta endin á einari langari søgu í føroyska sjúkrahúsverkinum, tí tað eru mong ár síðani, at málið um at hava dialysu aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, tók seg upp, sigur Hans Pauli Henryson. 

 

Vónandi verður hetta endin á einari langari søgu í føroyska sjúkrahúsverkinum, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri