Nú fær Suarez endaliga dómin

Uruguay, Barcelona og Suarez hava kært “bíti-dómin”. Nú kemur endaligi dómurin

Í morgin avgerð altjóða ítróttardómstólurin, CAS, um leikbannið hjá Luis Suarez fyri at bíta Giorgio Chellini, skal standa við. Altjóða fótbóltssamgongan FIFA, gav honum leikbann frá øllum, sum hevur við fótbólt at gera í fýra mánaðir. Umframt níggjur landsdystir og eina bót.

 

Fótbóltssambandið í Uruguay, níggja felagið hjá honum, FC Barcelona, og Luis Suarez sjálvur hava kært dómin hjá FIFA til altjóða ítróttardómstólin. Hoyring hevur verið í málinum og í morgin fellur avgerðin.

 

Dómurin frá FIFA inniber millum annað, at Luis Suarez sleppur ikki at verða á einum fótbóltsleikvølli, ella sleppur at venja við felagnum hjá sær fram til 25. oktobuer.

 

Tað var í Hm endaspælinum í summar, at Luis Suarez í dysti móti Italia beit Giorgio Chellini í øksluna. Hetta er triðju ferð, at Luis Suarez fær dóm fyri at bíta ein mótstøðuspælara. Fyrst var í tíðini sum spælari hjá Ajax. Síðani beit hann Chelsea verjuspælara Branislav Ivanovic, meðan hann spældi við Liverpool.

 

Í summar keypti FC Barcelona framherjan fyri áleið tríggjar fjórðings milliard krónur.