Formansskapurin í Fólkatinginum vil nú geva danska flagginum fast pláss í Fólkatinginum. Eisini Eindarlistin stuðlar nú uppsktinum.
Tá Fólkatingið í oktober kemur saman aftur til fundar eftir summarsteðgin, verður tað við danska flagginum, Dannebrog, á stong nærindis talarastólinum.
Hetta er ein avgerð, átøk henni, sum Løgtingið tók fyri nøkrum árum síðani, um at Merkið hongur á stong í Løgtingssalinum.
Hesa avgerð hevur formansskapinurin í Fólkatinginum tikið, endurgevur tíðindastovan Ritzau úr Jyllands Posten í morgun.
Higartil hevur tað bara verið til serlig høvi, at flaggað hevur verið við Dannebrog í Fólkatingssalinum.
Hugskotið um flagga í Fólkatinginum hevur annars verið umrøtt í áravís, sigur Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum við Jyllands-Posten. Hon heldur, at flaggið symboliserar samanhald.
Í oktober gjørdi hon av at heingja eitt stórt danskt flagg oman fyri talarastólin í Fólkatingum í staðin fyri stóra veggjateppið, ið vanliga hongur har. Teppið var farið til umvælingar, so flaggið skuldi bara hanga har fyribils. Men hetta skapti stórt kjak.
– Tað líkist valdsmisnýtslu av forkvinnuni at heingja eitt virðisgrundað flagg beint oman fyri, har hon skal sita í morgun. Tað skal niður sum skjótast, segði Christian Juhl Dahl úr Eindarlistanum, og sum eisini situr í formanssakpinum, hendan dagin.
Hann kallaði flaggið »et indlæg i den politiske debat om, hvem der er mest national«.
Men nú hevur hann broytt hugsan og stuðlar, at flaggið verður fastur fúsur í Fólkatinginum framyvir.
– Eg havi ongantið havt nakað ímóti fløggum, men eg havi nakað ímóti, at tjóðareyðkenni verða misnýtt so groft, sum dømi var um í otkober við tí stóra flagginum, sigur Christian Juhl við Jyllands-Posten.
– Nú snýr tað seg bara um eitt vanligt flagg á eini flaggstong. Tað er í fínasta lagi, sigur hann og leggur afturat, at »lond við leiðarum við ógvuliga lítlum sjálvsáliti, hava lyndi til at yvirdimesionera tjóðareykennini«.










