Nú fær Atlantsflog kapping á føroyaflúgving

Flogfelagið Greenland Express ætlar longu næsta ár at taka kappingina upp við Atlantsflog á flúgving millum Danmark og Føroyar

Flogfelagið Greenland Express ætlar longu næsta ár at taka kappingina upp við Atlantsflog á flúgving millum Danmark og Føroyar

 

Talan er um flogfelag, sum ríkmaðurin Gert Brask hevur stovnað. Hann er dani við grønlendskum røtum. Flogfelagið boðar frá, at tað fer undir seks norðuratlantiskar flogrutur, har Føroyar er partur av eini teirra. Flogið verður Danmark-Føroyar-Grønland og øvugt.

 

– Vit eru í fullari ferð við mennignini av Greenland Express og Faroe Express, og síðsta hond verður løgd á okkara nýggju ætlan í hesum døgum, eins og nýggjar skipanir verða innkoyrdar, skrivar Gert Brask á Facebook síðuni hjá flogfelagnum, Greenland Express.

 

– Eg vil takka familju, vinum og stuðul, sum hjálpa mær í stríðum fyri at kunna ferðast bíliga til og úr Grønlandi frá fleiri ferðamálum, skrivar hann.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn váttar fyri info, at samband hevur verið millum partarnar. Men hann fær ikki sagt meira, sigur hann.

 

Greenland Express flýgur í løtuni leigutúrar í Eysturevropa. Felagið nýtir somu flogfør sum Atlantsflog, Airbus 319 – og sum info hevur fingið uppspurt, so verður tað eisini við Airbus 319 flogførum, at felagið skal taka kappingina upp við Atlantsflog á rutuni millum Føroyar og Danmark – og á rutuni millum Føroyar og Grønland.