Í summar verður netbankin í Føroyum tryggari. Tað hendir, tá ið peningastovnarnir í Føroyum taka NemID í nýtslu. Peningastovnarnir boða frá í morgun, at endamálið er at gera tað enn truplari hjá teldusníkum at treingja seg inn í Netbankan hjá føroyskum brúkarum.
Í NemID skulu fólk ikki einans skriva sítt brúkaranavn og loyniorð, men tey skulu eisini hava eitt lyklakort við hondina, tá ið tey brúka netbankin. Sostatt eru fólk ikki tengd at eini ávísari teldu, har lykilin er goymdur, men kann nýta sín netbanka á øllum teldum.
- Talan er um eina viðurkenda trygdarloysn, sum er brúkaravinarlig, løtt at nýta hjá øllum aldursbólkum. Og hon er frammanundan roynd í verki við góðum úrslitum, siga peningastovnarnir.
Peningastovnarnir miða ímóti, at fáa allar brúkarar yvir á NemID áðrenn summari er av. Við hesum fylgja føroysku peningastovnarnir leiðbeiningunum frá danska Finansrådet um tryggleika í netbankaskipanum, siga teir.
|