Hesa vikuna hevur NAFO hildið ársfund í Halifax í Kanada.
NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum, og og har vóru Føroyar við saman við Grønlandi undir heitinum Danmark vegna Føroyar og Grønland.
Fimm ár eru liðin síðani toskaveiða aftur varð loyvd á Flemish Kap, og stovnurin verður mettur at vera væl fyri.
Seinastu kanningarnar hava tó víst eina ávísa niðurgongd í tilgongdini og eitt ov høgt veiðitrýst. Mett verður tí, at farast skal varliga fram við umsitingini av stovninum. Av hesi orsøk verður heildarkvotan hildin á nøkulunda sama støði sum í ár, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Samtykt varð, at heildarkvotan skal verða 13.931 tons bæði í 2016 og 2017. At talan varð um eina tvey ára avgerð kemst av, at vísindaráðgevingin var fyri bæði árini.
Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni og sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons í 2016 og 2017. Tað svarar til eina hækking upp á 31 tons samanborið við kvotuna í ár.
Umframt toskakvotuna hava Føroyar tvær smáar kvotur av svartkalva og kongafiski. Heildarkvotan fyri svartkalva varð lækkað 5%. Føroyska kvotan verður sostatt 189 tons. Kongafiskakvotan er 69 tons.
Orsakað av vánaligu støðuni í rækjustovninum á Grand Bank verður heldur ongin veiða loyvd komandi ár. Veiðibannið kom í gildi í 2015, og er galdandi bæði í kanadiskum sjóøkið og í altjóða sjógvi.
Á fundinum gjørdu Føroyar vart við, at hóast ongin fiskiskapur verður, mótmæla vit framvegis býtið av rækjum á Grand Bank. Veiðibannið fyri rækjuveiðu á Flemish Kap frá 2011 stendur eisini við.
Elin Mortensen úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum var sendileiðari í føroysku sendinevndini. Í sendinevndini vóru harafturat Ulla S. Wang úr Fiskimálaráðnum og Meinhard Gaardlykke úr VØRN.