Nú fáa víkarfólk undirhús

Skúlaloftið í Haldarsvík verður nú undirhús.

Í Sunda kommunu hava tey leingi arbeitt við einari ætlan um at brúka skúlaloftið í Haldarsvík til Undirhús, og nú eru fyrireikingarnar komnar so mikið langt, at ætlanin er at byrja í morgin, leygardagin.

 

Í Undirhúsinum kunnu fólk koma saman at fáa sær ein kaffimunn og at tosa um leyst og fast og ikki minst um gamlar dagar, staðanøvn og søguna sum heild, skrivar kommunan á heimasíðuni.

 

Tað fyrsta tiltakið í Undirhúsinum í Haldarsvík verður í morgin frá klokkan 17 til 19.