Nú eru tablettir fyri koronu á veg og danska stjórnin, og danska Fólkatingið, eru til reiðar at brúka heilar 450 millónir í ár, og næsta upp á at keypa tablettir fyri koronu. Tað skriva danskir miðlar.
Tað eru tvey sløg av tablettum, talan er um og tað eru fyritøkurnar, Pfizer og Merck, sum hava ment hvør sína tablet fyri koronu. Enn hevur heilivágseftirlitið í Evropa, EMA, ikki góðkent tær, men royndirnar av hesum tablettunum hava verið sera góðar. Men í somu løtu, tær verða góðkendar, eru donsku myndugleikar til reiðar at taka ímóti.
Á tíðindafundi í Danmark hendan dagn varð dentur lagdur á, at koppsetingin er fyribyrgjandi, men at tablettirnar verða tiknar í brúk, tá ið fólk hava fingið koronu tí tær vísa seg at taka broddin av sjúkuni. Og tað er nógv betri at fyribyrgja sjúku enn at viðgera sjúku, varð sagt á tíðindafundinum.
Magnus Heunicke, sigur, at tablettirnar kunnu vísa seg at gera serliga mun, tá ið sjúk og veik fáa koronu, tí tær taka tað ringasta. Samstundis vísir tað seg, at hjá teimum, sum hava fingið koronu, og sum fáa tablettir, minkar vandin fyri at dpyggja heilt munandi. Heunicke væntar eisini, at tær fyrstu sendingarnar av tablettum koma longu fyri jól, men so koma fleiri sendingar eftir jól.
Í Onglandi eru tey farin at brúka tablettirnar frá Merck og nú verður arbeitt upp á at fáa tær góðkendar í ES. Og beint í hølunum á tí er væntandi, at farið verður undir arbeiðið at vita um tablettin frá Pfizer kann góðkennast