Nú fáa teir frið í nakrar dagar

Men nú verður lýggjari - og tá tekur ein annar vandi seg upp

Her verður grivið á Fámjinsvegnum

Tað hevur verið at ringasta veðri í fleiri dagar, so menninir hjá Landsverki, sum hava grivið kava, hava havt tað strævið.

 

Teir hava fingið lítla hvíld tað mesta av eini viku, men í morgun var bara ein bygd eftir, sum tað ikki var koyrandi til. Tað var Skælingur, men Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki sigur, at ein maskina er á veg hagar, so tað verður hvørja løtu, at tað verður opið aftur.

 

Tað er kortini hált um alt landið, so hann mælir bilførarum til at vísa varsemi. Heimasíðan hjá Landsverki vísir onga ávaring fyri Suðuroynna og Sandoynna, men tað merkir ikki, at tað ikki eisini er hált har.

 

Tað kann vera, at tað ikki er hált akkurát har mátarin stendur, sigur Mortan Olsen. Tí eiga bilførarar fyrst og fremst at brúka vit og skil, og bara at brúka koyrilíkindini frá Landsverki sum vegleiðandi.

 

Nú sær annars út til, at tað verður lýggjari, so nú fáa menninir sum grava, hvíld í nakrar dagar. Men tað treingja teir harðliga til, tú eru teir rættiliga troyttir.

 

Men nú tað verður lýggjari, tekur eitt annað vandamál seg upp, og tað er, at tað kemur blot í kavan, og tá er vandi fyri áarlopum og skriðulopum, har tað er bratt, so tað skulu bilførarar hava eitt serliga vakið eyga við, sigur Mortan Olsen.

 

Men leygardagin og sunnudagin verður aftur kaldari og tað verður ælaveður hvønn dag, bæði sum kavi, vátakavi, og sum regn.

 

Veðurstovan sigur frá hesum veðrinum nú um vikuskiftið.

 

Hósdagur:

 

Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, landnyrðingur og norðan, í støðum upp í ein strúk, 13 m/s, um náttina veksandi upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft við kava- ella vátakavaælingum. Hitin millum frostmarkið og 3-4 hitastig.

 

Fríggjadagur:

 

Frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, landnyrðingur, um náttina minkandi niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað ella samdrigið við kava-, vátakava- ella regnælingum. Sum líður á dagin fyri tað mesta turt við skiftandi skýlofti. Hitin úr frostmarkinum upp í 4-5 stig.

 

Leygardagur:

 

Frískur vindur upp í hvassan vind, 8 til 15 m/s, eystan og landnyrðingur, seinni norðan, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað ella samdrigið og fyri tað mesta turt, men sum frálíður kavi ella vátakavi ella regn. Hitin millum 1 og 5 kuldastig.

 

Sunnudagur:

 

Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, landnyrðingur og norðan, onkra løtu upp í ein strúk, 13 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og ælingar, fyrst við regni men sum frálíður við kava ella vátakava. Hitin millum 2 kuldastig og 3 kuldastig.

 

Mánadagur:

 

Frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátakavaælingar. Hitin um frostmarkið.

 

Her verður grivið á Fámjinsvegnum