Nú fáa nakrir skúlar vitjan av Poetikus

Poetikus er einsamallur og tað eru ikki nógv, sum dáma hann

Hesar næstu dagarnar fer Aldubáran at hava skúlakonsertir í nækrum skúlum ymsastaðni.

Tað tey fara at spæla, er tónleikaævintýrið, Poetikus, sum Edvard Fuglø hevur skrivað og myndprýtt.

 

Hetta er ein søga um einsamalla mannin Poetikus, sum fá dáma. Hann býr í einum vita langt burturi frá fólki.

Tað dámar honum best, men óveðursnætur kollvelta alt lívið hjá Poetikusi.

 

Tað eru teir báðir Páll Sólstein og Andras Olsen sum hava gjørt tónleikin og Jensina Olsen lesur søguna.

 

Eisini fer Andras Sólstein at greiða frá um vitar i Føroyum, og hvønn týdning, teir hava havt, og hava enn.

 

Tey sum manna Aldubáruna eru, Jón Festirstein á violin, Ólavur Jakobsen á gittar, Agnar Lamhauge á bass, Andrea Heindriksdóttir á floytu, Martin Mouritsen á klarinett, Páll Sólstein á horn, Andras Olsen á trombone og Ólavur Olsen á trompet.

 

Vitjað verður á Sandi, í Leirvík, í Havn, í Sørvági, í Vestmanna, í Klaksvík og á Toftum, men umframt skúlakonsertirnar, verður eisini almenn konsert í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.