Nú er ein loysn funnin á einum stórum flutningstrupulleika hjá næmingunum í miðnámsskúlanum í Hoydølum.
Skúlin er ov lítil og tískil er ein partur av undirvísingini flutt í skúlahøli hjá Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv uppi við Oyggjarvegin.
Men hetta hevur elvt til stórar trupulleikar, tí næmingarnir lukkast ikki at ferðast ímillum báðar skúlarnir og verður tí skrásettir fyri skulk.
Tí vildi Rigmor Dam, tingkvinna hava at vita, um nøkur loysn er á veg.
Og tað er tað, tí nú sigur Bjørn Kalsø, at ein loysn er funnin, har skúlin hevur gjørt eina avtalu við privat eitt flutningsfelag, sum fer at flyta næmingar ímillum báðar skúlarnar við bussi og tað er ókeypis fyri næmingarnar.
Skipanin við busskoyringini byrjar 2. desember