Nú verður lættari hjá føroyskum bilførarum at koyra vinnuliga koyring í ES londunum.
Tað er úrslitið eftir, at Samferðslumálaráðið hevur verið í samráðingum við danskar myndugleikar fyri at finna eina loysn á málinum, sigur Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Eftir ES- reglum skulu bilførarar, sum koyra vinnuliga í ES londum, hava ein ferðskrivara, ein takograf, í bilinum. Harumframt skulu teir hava eitt serligt førarakort í sambandi við ferðskrivaran.
Sum er, kunnu føroyskir bilførarar, sum koyra vinnuliga koyring í ES londum, ikki fáa.
Men úrslitið av samráðingum ímillum Samferðslumálaráðið og danskar myndugleikar er, at frá í mars næsta ár, kann Trafikstyrelsen í Danmark, geva føroyskum bilførarum, sum koyra vinnuliga í ES - londum, slík koyrikort, so at teir kunnu koyra lógliga í ES londum.










